Ráðgevingin

Í Ráðgevingini arbeiða tveir ergoterapeutar/sjónráðgevar, ið geva ráð og frálæru í hjálpartólum til fólk sum eru blind og sjónveik. Ráðgevingin fevnir um allar Føroyar og allar aldrar.

Hjálpartólini kunnu roynast á Sjóndeplinum, við at bíleggja eina tíð hjá Ráðgevingini. Møguleiki er eisini fyri at fáa heimavitjan, og royna hjálpartólini heima í kendum umhvørvið. Harumframt bjóðað vit ráð og frálæru í gerandisaktivitetum hjá tí, ið hevur skerda sjón. 

Í samband við ymisk telduforrit, sum verða brúkt til sjónveik og blind, samstarvast vit eisini við uttanhýsis undirvísarar, sum geva vegleiðing í størringarforriti, teldutalu o.ø. 

Ráðgevingin fær áheitanir frá fólki sjálvum, ið hava skerda sjón ella teirra avvarðandi. Harafturat koma áheitanir frá eygnalæknanum ella starvsfólki, sum arbeiða í t.d. heimatænastuni. Tó eru ein og hvør, sum hevur fyrispurningar um ráð og vegleiðing í samband við sjóntrupulleikar, vælkomin at seta seg í samband við Sjóndepilin.