Vælkomin á heimasíðuna hjá Sjóndeplinum

 

Sjóndepilin er ein vitanardepil, ið veitir tænastu til fólk, sum á ein ella annan hátt hava sjóntrupulleikar.

 

Er sjónin farin at bila og brillur ikki longur hjálpa, so er møgulig hjálp og vegleiðing at fáa frá Ráðgevingini á Sjóndeplinum. 

 

Ráðgevingin veitir tænastu til fólk runt allar Føroyar.

 

Sí annars meira um virksemi og tænastur hjá stovninum: Um okkum