Søren Hø á vitjan á Sjóndeplinum

7. marts 2017 høvdu vit vitjan av Søren Hø, sum hevði fyrilestur og sang fyri okkum.

Søren er blindur, men situr ikki hendur í favn av tí grund og var júst hettar orsøkin til, at vit høvdu boðið honum higar.

Í fjør summar gjørdi hann túrin til gongu frá Skagen til Faxe lidnan.

Hann gekk hendan langa teinin saman við førarahundi sínum undir heitinum "Tá eg kann, so kanst tú eisini", upplivdi hann Danmark og danir á ein heilt øðrvísi hátt, enn hann áður hevði gjørt og var tað frá hesum túrinum hann fortaldi okkum so livandi frá.

Hann hevur eina sunna, jaliga áskoðan á lívið og tess avbjóðingar og var hettar reyði tráðurin  í øllum fyrilestrinum.

Sera gevandi og gott og vóru bæði brúkarar, avvarandi og starvsfólk væl nøgd við dagin.