Danmarkarferð við brúkarum á Sjóndeplinum

Í mong ár hevur verið tosað um, at vit áttu at gjørt eina ferð til Danmarkar við brúkarunum á Sjóndeplinum og umsíðir varð tað veruleiki.

Vit fóru úr Føroyum 4. sept. og leiðin gekk á vælumttókta og á allan hátt deiliga hotel og skeiðsdepilin Fuglsangcentri, sum Dansk Blindesamfund eigur í Fredericia.

Tað vóru bert nøkur heilt fá av ferðalagnum,  sum fyrr høvdu vitjað  Fuglsangcentri, men nøgdsemi við umstøðurnar var ógvuliga stórt hjá øllum ferðalagnum.

Ferðalagið taldi  24 fólk, har umleið helvtin vóru fylgjarar.

Skráin var  ikki spekka við útferðum, hettar tí flestu brúkararnir eru eldri damur, fleiri teirra um 90 ára aldur, so tað mesta av tíðini vóru vit á Fuglsangcentrinum og nýttu góðu umstøðurnar.

Týsdagin  fóru vit útferð til Egeskov Slot, har vit høvdu ein deiligan dag í vakra umhvørvinum.

Mikudagin var síðsti dagur , sum fleiri nýttu høvið at fara ein túr í býin í Fredericia. Um kvøldið fingu vit serliga lekran døgurða í stovu fyri okkum sjálvi, har Hallur Joensen og konan Annika komu  og hugnaðu saman við okkum, Hallur hevði, sjálvandi, guitarin við, so eitt sindur varð sungið.

Hósdagin 8. sept. gekk leiðin so heim aftur, aftaná nakrar sera hugnaligar og góðar dagar í besta veðri.