Summarútferð 2016.

Leiðin á hesum sinni gekk við bussi  inn á Nes.

Fyrsti steðgur var gamla kirkjan á Nesi.  Her tók Josefina í móti okkum og greiddi okkum so hegnisliga frá kirkjusøguni  og søguni hjá bygdini. Hetta var sera áhugavert at lurta eftir, og dugdi Josefina væl at siga ymiskar søgur um prestar og fornu tíð, so alt gjørdist so livandi aftur.

Vit gingu frá kirkjuni  oman á gamla prestagarð, sum jú í dag er gjørd til eitt fornminnissavn. Her  komu vit til búgvið kaffiborð. Aftur her segði Josefina okkum frá sigandi søgum og fingu vit høvi at ganga runt í øllum húsinum. Ófatiliga stuttligt at síggja, hvussu nógvir lutir og innbúgv var latið inn til savnið og hvussu væl hond var tikið um hetta og við søgu víst fram aftur. Vit vóru samd um, at her kundu vit brúkt ein heilan dag burturav.

Døgurða ótu vit inni á Hotel Runavík .

So gekk leiðin runt Agnið við Jógvan Ingvard Olsen sum frásøgumanni. Hann dugdi eisini væl at siga frá søgum um Toftavatn, náttúru, fuglalívi og um ymiskt tiltøk, sum vóru gjørd fyri at varðveita náttúruna. Onkra skemtiliga søgu fingu vit eisini.

Annika hevði bjóðað okkum øllum heim til kaffi. Hon býr í Saltangará ovast í bygdini, so bussurin fekk sína avbjóðing, men fram komu vit í øllum góðum. Blíðskapurin var stórur og fingu vit deiligan drekkamunn og heimabakaðar kakur. Ein deilig vitjan, sum vit eru takksom fyri.

Leiðin gekk nú heim aftur til Havnar – mett bæði likamliga og sálarliga. Lagið var gott og sungu vit allan vegin suður aftur. Enn ein góð summarútferð komin at enda.