Konsulentur hjá blindum/sjónveikum í Føroyum.

Ruth Thomsen var 1. sept. 2014 sett í starv, sum konsulentur hjá Dansk Blindesamfund í Føroyum.

Føroya Blindafelag er ein deild undir Dansk Blindesamfund.

Dansk Blindesamfund hevur umleið 50 konsulentar í starvi í Danmark, men seinastu árini hevur ongin konsulentur verið í starvi í Føroyum, hettar er nú komi í rætt lag og, sum sagt er Ruth Thomsen nú í hesum starvi.

Arbeiði umfatar, at veita ráðgeving og umsorgan til fólk, sum hava trupuleikar við sjónini og teirra avvarandi.

Um ein hevur okkurt ávíst  ein vildi fingið svar uppá viðvíkjandi tí at missa sjón ella kanska bara hevur tørv á at tosa við ein, sum veit hvat tað vil siga, at missa sjón, so kann ein antin ringja á tlf. 22 96 57 ella senda teldupost á ruththomsen@olivant.fo