Myndir frá túri í Skálavíl

Trýst á myndina fyri at koma til myndasavnið frá túrinum í Skálavík.

“Dagur teirra blindu” í Öström

Trýst á myndina fyri at koma til myndasavnið

15. oktober er “Dagur teirra blindu”. Hettar er ein dagur har møguleiki er, at varpa ljós á viðurskifti hjá teim blindu.

Í sambandi við at Sjóndepilin í ár fyllir 25 ár, høvdu vit valt at gera eyka burturúr hesum degi og høvdu boðið kenda fyrilestrahaldaranum Søren Holmgren til Føroya at hava fyrilestur hendan dagin.

Søren er mentalvenjari, tvífaldur gullvinnari, rithøvundur og so er hann eisini blindur.

Hann er ein av kendastu fyrilestrahaldarum í Danmark.

Tiltakið var hildið í Öström á Skálatrøð týsdagin 15. okt. kl. 14. Hølið var fullsett og tey, sum komin vóru, upplivdu ein sera, sera undirhaldandi fyrilestrahaldara, sum var ógvuliga skemtingarsamur og tó, so dugdi hann at geva nakað at hugsa um og ivaleyst vóru tað fleiri, sum fingu amboð at arbeiða við til dagligt í ymiskum støðum.

Tiltakið var alment, so tað vóru ikki bara fólk, sum eru blind ella hava tilknýtið til onkran blindan, sum komin vóru.

Vit høvdu fingið Jónsvein Heinesen at sita og spæla klaver ímeðan fólk komu, hettar  gjørdu løtuna enn hugnaligari.

Tá Søren hevði haft sín fyrilestur, bjóðaðu vit kaffi og smákøkur, so fólk kundu steðga á og práta eina løtu.

Enn eitt sera væleydna tiltak hjá Sjóndeplinum!


Summarútferð 2013

Í ár vóru vit ein deiligan túr í Vestmanna.

Fyrst vitjaðu vit kirkjuna, sum varð umbygd fyri nøkrum árum síðani. Her greiddi ein kirkjutænari frá umbyggingararbeiðinum. Ein nýggj altartalva varð gjørd í hesum sambandi, listakvinnan  Astrid Andreassen, sum er ættað úr Vestmanna,  hevur gjørt altartalvuna saman við børnunum Dávid og Katrin.

Ætlanin var, at Astrid skuldi greiða frá altartalvuni og arbeiðinum at gera hana, men hon var stødd uttanlands, so ístaðin hevði hon sent taluna, hon hevði hildið fyri drotning Margrethu tá umbygda kirkjan varð vígd. Hendan talan bleiv lisin upp í kirkjuni.

Aftaná fóru vit yvir á Fjørukrónna, har vit vitjaðu søgusavnið, sum er á loftinum. Har fingu vit loyvi at nerta við framsýningina frá Føroya søgu, umframt at hoyra frásagnir um tær ymisku standmyndirnar. Tað riggaði sera væl.

Vit ótu eisini ein góðan døgurða á Fjørukrónni. 

Túrurin endaði á nýbygda ellisheiminum í bygdini, Grønanesheiminum. Har vísti leiðarin á heiminum okkum runt og greiddi okkum frá um húsið.

At enda fingu vit ein kaffimunn í kjallaranum meðan leiðarin fortaldi okkum meira um hvussu tey nýttu húsið. At húsið eisini bleiv brúkt til tiltøk fyri fólk, sum búðu úti í røktarøkinum.

So gekk leiðin aftur til Havnar aftaná ein deiligan dag í Vestmanna.


Runnið tvey marathon hóast onga sjón at líta á

Athen marathon 2012:

Saman við umleið 12 000 øðrum, væl uppløgdum renniglaðum fólkum, av ymiskum uppruna, løgdu Uni Rasmussen, sum er blindur,  og rennifylgjari hansara, Maria Svabo Hansen, til brots at renna  tann 42,195 km langa teinin uml. kl. 9  tann 11. november 2012.

Veðrið var av tí allar fagrasta. Eini 25 hitastig, stilli og sól – kanska eitt sindur ov heitt til dagsins avbjóðing.

Alt gekk nærum sum ætlað, hildu okkum so at siga  til avtalað taktikkin. Størsta avbjóðingin var hitin, sum kravdi at meira enn vænta skuldi drekkast á túrinum. Tískil var ein ”rennikreppa” møtt  eftir umleið 40 km renning, sum viðførdi ein stuttan steðg, so var hildið áfram at renna aftur.

Tað var ein  einastandandi kensla at koma um málstrikuna í Athen stadion  eftir ein rennitúr uppá 4 tímar og 57 minuttir

Eitt frálíkt punktum at seta eftir ½ árliga miðvísa venjing. Komma varð sett til Tórshavn ½ marathon í sept 2012. Høvuðsmunurin kann sigast vera veðurlagið, brekkurnar og so sjálvandi, at teinurin var dubult so langur.
42,195 km langi túrurin úr  býnum Marathon til Athen hevur avgjørt verið serligur. Sum blindur at prógva fyri sær sjálvum, at hetta ber til er stór uppliving í sjálvum sær og at vera rennifylgjari hjá Una, sum so hegnisliga hevur runnið teinin uttan sjónina at líta á, hevur veruliga verið ein rík, serstøk og avbjóðandi uppliving.  Tá saman um kemur ein fantastiskur og vakur túrur og eitt sera væl fyriskipað rennitiltak, sum so avgjørt kann viðmælast.

Copenhagen marathon 2013:

Bert fáar mánaðar eftir avbjóðingina niðri í Athen bleiv marathonvenjingin  uppafturtikin. Hesuferð við tí fyri eyga at luttaka í Copenhagen marathon 2013.

So árla á morgni tann 18.mai 2013 stóðu  Uni og Maria aftur í renniklæðum við vatndunkum um miðjuna klár til at renna enn eitt marathon, hesuferð saman við 10000 øðrum í Keypmannahavn.

Ein frálíkur túrur, ið varð runnin uppá 4 tímar og 46 minuttir. Veðrið var heilt øðrvísi enn tann fyrra marathon avbjóðingin, tí  tað var oysandi regn nærum allan túrin. Sostatt var als eingin trupulleiki við hita yvirhøvur, næstan tvørtur ímóti, tað var næstan sum at vera  á heimabana í Føroyum, hvat veður viðvíkur.

Hesin túrurin var ein  túrur runnin á sløttum og runt í Keypmannahavn við eini rúgvu av áskoðarum, sum avgjørt var við til at gera túrin lættari at renna.


Flaggdagsrenning og Boðrenning

Starvsfólk á Sjóndeplinum luttóku í ár í Flaggdagsrenningini, sum Bragdið - felag fyri frælsan ítrótt í Havn - skipar fyri niðri í miðbýnum í Havn.
Teinurin er 7 km, har møguleiki er at luttaka sum einstaklingur og/ella í firmakapping. Fyri Sjóndepilin luttóku Maria, Conny og Anna Maria, og tær megnaðu at renna seg til eitt silvurheiðursmerki í firmakappingini fyri kvinnur.
18. mai luttóku aftur 3 kvinnur frá Sjóndeplinum í rennikapping í Havn. Hesaferð var talan um SMS- Boðrenning, sum Bragdið eisini skipar fyri. Runnið varð 5 km frá Tinghúsvegnum við SMS, runt í Viðarlundini og aftur á mál á Tinghúsvegnum.
Kappingin var skipað í ymiskum bólkum. Frá Sjóndeplinum luttóku Conny, Anna Maria og Joana í bólki fyri kvinnur og gjørdust nr. 4. Eisini eitt gott úrslit, hóast einki heiðursmerki á hesum sinni. Og vit koma sterkt aftur næsta ár!