Kunning um tiltøk

Í sambandi við, at Sjóndepilin (fyrr Føroya Blindastovnur) hevur verið virkin í 25 ár, verður skipað fyri nógvum ymiskum tiltøkum gjøgnum árið. 

Endamálið er at kunna um støðuna hjá blindum og sjónveikum við at bjóða tí síggjandi inn í teirra verð.  


Miðbýartiltøk í myrkri

04.juni – 05.juni – 6.juni 2013.

Hesar dagar skipar Sjóndepilin fyri ymiskum tiltøkum í miðbýnum.

Café í myrkri

Allar dagar verður café í myrkri í Luux, Klubbagarðinum frá kl. 13.00 til 16.00. Hølini eru myrkaløgd og rúma uml. 30 gestum. Her er møguleiki at keypa sær kaffi og okkurt søtt undir góman (einans kontant søla). Hugnaliga samveru við livandi tónleiki. 

Hvønn heilan tíma verða nýggir gestir leiddir inn. Neyðugt verður við eini tilmeldingarskipan, hesum verður lýst nærri við.

Gongutúrar sum sjónveikur

Somu seinrapartar er møguleiki at royna sum sjónveikur at ganga túr við frásøgufólki á gongugøtuni. Eisini her verður bólkað til ásettar tíðir, sum eru samskipaðar við café’ina.

Kórkonsert í myrkri

Hóskvøldið 06.juni kl. 19.00 hevur Tórshavnar Kamarkór konsert í Luux.

Hetta verður ein fjølbroytt konsert, har eisini felagssangur er á skránni. Pláss er fyri uml. 70 áhoyrarum. Aftaná konsertina er høvi at keypa sær kaffi og kaku og hugleiða um konsertina. Hetta í ljósum høli. Er nóg stór undirtøka, er ætlanin at bjóða eina konsert afturat sama kvøld kl. 21.00.

Søla av atgongumerkjum til konsertina áljóðandi kr.150 verður lýst við seinri.

Nærri lýsing av tiltøkunum kemur síðstu viku í mai.