Ráðgevingin skipar m.a. fyri hesum skeiðum:

 

  • Frálæra/skeið í hjálp til sjálvhjálp
  • Skeið fyri avvarðandi
  • Kunnandi virksemi
  • Onnur tiltøk
  • Frálæra/skeið í hjálp til sjálvhjálp

 

Her er møguleiki at hitta onnur í somu støðu, og fáa hugskot frá hvørjum øðrum at loysa  ymiskar trupulleikar í gerandisdegnum. Eisini er møguleiki at royna seg í ymiskum gerandisvirksemi og handaligum arbeiði.

Ein tann størsta forðingin hjá nógvum, ið nýliga eru vorðin sjónveik, er at skula gera vart við sín broytta tørv. Her verður arbeitt við og víst á í hvønn mun tað ger fyri tann sjónveika, um umhvørvið sær og skilir, at viðkomandi hevur skerda sjón.

Hetta kann vera við bringufrámerkinum ”Maðurin við hvíta stavinum” ella at viðkomandi hevur tann hvíta stavin.

Hvíti stavurin er eyðkennisstavurin hjá teimum blindu. Hann kann vera ein lættur stavur at falda saman, so hann kann takast fram, tá tann sjónveiki kennir seg ótryggan í ókendum umhvørvi og í skýming. Við stavinum framman fyri sær, kann  stavurin taka stoytin ella vísa á broytingar í undirlagnum. Stavurin er sera góður at hava í ferðsluni.

 

Skeið fyri avvarðandi

At hava trupulleikar við eygunum er ikki eitt sjónligt brek – tískil er ofta torført hjá avvarðandi o.ø. at varnast tann sjónveika.

Á hesum skeiði er møguleiki at hitta onnur avvarandi og tosa saman um ymiskar avbjóðingar sum avvarandi. Arbeitt verður við at fata støðuna hjá tí sjónveika/blinda betur og  fáa góð ráð um betri samskifti. Eisini verður tosað um hvørji atlit eru at taka til tann blinda ella sjónveika.

Ymiskar uppgávur vera royndar við tilgjørdum brillum, har tann avvarðandi fær eina kenslu av, hvussu sjónin er hjá einum sjónveikum. Slíkar royndir geva eina nýggja fatan av trupulleikunum og hjálpini, sum kann veitast fyri at lætta um í gerandisdegnum.

 

Kunnandi virksemi um blind og sjónveik

Fyri starvsfólk á ymiskum stovnum, skúlum, barnagørðum og øðrum arbeiðsplássum verða javnan hildin kunnandi skeið. Ætlanin við hesum skeiðum er at kunna um støðuna hjá sjónveikum og blindum, og um hvørji atlit onnur skulu taka í gerandisdegnum í samveru við blind og sjónveik.

Fyrispurningar um ávísa undirvísing/ráðgeving í samband við at starvs- ella floksfelagi hevur sjóntrupulleikar kunnu setast Ráðgevingini. Henda undirvísing verður tillagað eftir einstaka tørvinum og fer fram á Sjóndeplinum og á staðnum.

Avtalur verða gjørdar og frálæran løgd til rættis eftir, hvør málbólkurin er.

Skeiðini verða skipað sum hálv- ella heildagsskeið.  

Er annað ynski um kunnandi skeið ber altíð til at seta seg í samband við Ráðgevingina á Sjóndeplinum.

 

Ymisk tiltøk

Skipað hevur verið fyri ymiskum tiltøkum í almenna rúminum fyri at bjóða síggjandi inn í verðina hjá teimum sjónveiku og blindu.

Nevnast kann: 

  • máltíð í myrkri
  • konsert í myrkri
  • cafe í myrkri
  • gongutúrar sum sjónveikur
  • rørsludagar 

 

Slík tiltøk vera lýst alment.