Tænastur

Stovnurin er í dag skipaður í 3 sjálvstøðugar eindir. 

  • Ráðgevingin
  • Dagtilhaldið
  • Verkstaður 

Ráðgevingin veitir tænastu til fólk um allar Føroyar.

Áheitanir koma frá eygnalækna, avvarðandi ella sjónveikum beinleiðis.  Um gjørligt koma fólk til hjálpartólaroynd á Sjóndeplinum. Eisini fara ergoterapeutarnir á  heimavitjanir. Málið hjá Ráðgevingini er at veita hjálp til sjálvhjálp.

Eisini skipar Ráðgevingin fyri ymiskum skeiðum fyri blindum og sjónveikum, avvarðandi og øðrum áhugaðum.

 

Dagtilhaldið er á Sjóndeplinum, har fólk koma til ymisk handalig arbeiði og sosial tiltøk.

Endamálið er:

  • at menna og stuðla sjónveikum og blindum sálarliga og sosialt.
  • at sjónveik og blind menna sjálvvirði av innihaldsríkum virksemi.
  • at virksemið verður lagt til rættis eftir ynski og førimuni hjá teimum blindu og sjónveiku.

  

Verkstaðið er ein sjálvstøðug eind á Traðabrekku. Hetta er ein vardur verkstaður, har blind og sjónveik, ið eisini eru lættari seinment hava ymiskar arbeiðsuppgávur eins og handaligar og sosialar aktivitetir. Brúkararnir eru yngri fólk, har endamálið er at menna tey til ein innihaldsríkan gerandisdag við møguleikum fyri mennandi avbjóðingum og arbeiðsuppgávum sum styrkja sjálvsálit og sjálvsvirði, so tey verða hjálpt til at taka við teimum avbjóðingum, ið gerandisdagurin býður.