Ferða frásøgn frá summartúri 2018

Vit fóru frá Havnini ein týsmorgun. Veðrið  var av fínasta slag og vit komu á Gomlurætt í góðari tíð.

Har fingu vit okkum kaffi og ein bolla..... nú eru vit á ferð, og tá skal ein hugna sær.

Túrurin yvir um fjør gekk skjótt og fólk vóru væl hýrd.

Vit skuldu búgva á Ísandsgarði, so leiðin gekk hagar fyrst. Har funnu vit okkum til rættis, fingu pakka eitt sindur út og ótu frokost.

Hendan fyrsta dagin skuldu vit vitja í Veltuni. Har møttu vit eini væl upplagdari Katrin, sum greiddi okkum frá, hvussu konseptið Veltan virkaði og hevði ment seg til tað, sum tað er í dag . Eisini fingu vit smakki royndir av ymiskum grønmeti.

Kl. 17 høvdu vit bílagt eina smáttu á Hotell Skálavík, har vit skuldu grilla, hetta vóru vit øll eitt sindur spent uppá. Áðrenn tað koyrdu vit ein túr og hugdu eftir einum minnisvarða/steini  og annars runt í Skálavík.

Á Hotellinum tóku tey væl ímóti okkum, alt var klárt, so tað var bara at koma ígongd við at grilla og tað smakkaði mega væl.

Vit vóru so yvir mett, tá vit komu aftur á Ísandsgarð, so vit fingu okkum ein lítlan slang, men ikki for leingi heldur, tí uttan fyri var potturin við at blíva heitur ..... lekkurt at koma niður í heita vatnið og blíva gjøgnum hitaður, tað dámdu okkum øllum sera gott.

Tá vit einaferð komu uppaftur, trongdu vit til ein ís, so tað keyptu vit okkum yviri á Magn og teir ísarnir eru ikki at kimsa at J

Vit vóru øll eitt sindur moyr, tá vit væl yvir midnátt fóru til songar, so vit avgjørdu at sova til kl. 10, tá morgunmatur var á skránni.

Væl hvíld og í góðum lag møttu vit Hannu á Reynatúgvu, sum skuldi verða okkara ferðaleiðari  til bindisteinin og Søltuvík, veðrið var eisini til vildar, so betri kundi tað ikki verða.

Tað var sera áhugavert at hoyra um verkætlanina við steininum og tað stóra arbeiði, sum er gjørt. Eisini fortaldi hon søgnina um Gívurina og alt fuglalívið har um leiðir. Eftir tað gekk leiðin út til Søltuvík og hoyrdu vit sum minnisvarðan, sum stendur har úti.

Tíðin gongur altíð skjótt, tá man hugnar sær og hetta var eisini henda dagin. Aftan á fóru vit á Kafé Breiðateig, ein sera hugnalig café og ein fittur vertur ikki um at tala. Hon hevði bakað pannukøkur til okkum við góðum kaffi aftur við. Smakkaði so avbera væl.

Síðan gekk leiðin til Grótvirkið at hoyra um teirra arbeiði. Har var alt møguligt at fáa og tað var so flott eisini. Søgan um virkið og so teir, sum nú eru byrjaðir aftur, var spennandi  at hoyra um og har eru stórir møguleikar, men tað teir gleða seg nógv til var Sandoyar tunnilin, og tað skal sigast, at tað eru fleiri við teimum J

Vit fingu døgurða frá Kafé Breiðateig hetta kvøldi – bílagt heim til Ísandsgarð. Stoktur fiskur við leyka smelti og eplum, og omaná var rabarbu trifla.

Og pottarnir vóru eisini heitir hetta kvøldi ...... so tað var lekkurt at hita kroppin og njóta náttúruna tá kvøldið for at halla.

Dagin eftir skuldu vit heim aftur, so tá fóru vit onga útferð, men gingu ein túr á havnaøkinum í Skopum.

Vit høvdu ein deiliga túr og takka sandoyingum fyri blíðskapin!