Túr til Suðuroy í Mai 2017

Fríggjamorgun kl. 9.30 gekk leiðin til Tvøroyrar í  vikuskiftið. Vit vóru spent at fara og gleddu okkum ikki sørt til upplivingarnar.

Eftir at hava kekka okkum inn undir Heygnum á Tvøroyri, fingu vit okkum ein breyðbita, eisini fingu vit vitjan av Moniku og Remi eina løtu.

Síðan fóru vit á ferð. Vit skuldu  verða við, tá Strandferðslan hátíðarhelt 100 ára føðingardagin hjá Strandferðsluni í nýggja stásiliga mentunarhúsinum Salt.

Av tí at okkara borgarar høvdu verið í Salt áðrenn umbyggingin byrjaði av álvara, var tað ein stórur munur at merkja hjá teimum, og tá so stjórin í Salt Ólavur Rasmussen so gott forkláraði allar detaljur, var tað ordiliga gott fyri okkum. Takk fyri tað Ólavur.

Á føðingardegnum handaði Hans stjóranum á Strandferðsluni Hilmar Eliasen eina gávu frá okkum, sum er gjørd á Traðabrekku.

Dagurin var sera góður og lagkøkan smakkaði væl. Takk fyri.

Eftir upplivilsi á Salt fóru vit heimaftur og kl. 19 kom Anita við góðum døgurða til okkara.

Og seinni út á kvøldi fór onkur av okkum til Elis dans í klubbanum, og tað var eisini gott.

Leygardagin var shopping fyrrapart og so kolanámi í Hvalba seinnapart

Tað regnaði illa leygarmorgun, men tað tarnaði einki. Damurnar fóru ein túr til Vágs meðan mennirnir vóru eftir heima og gjørdu frokost kláran.

Eftir vit høvdu eta fóru vit til Hvalbiar at vitja í Kolanáminum. Tað var Jákup Jensen sum var ferðaleiðari, og hann visti nógva at siga frá; ein uppliving vit seint fara at gloyma.

Av tí tað veðri ikki var til vildar henda dagin, var túrurin, sum Tvøroyrar Kommuna skipaði fyri, útsettur til sunnudagin, so ístaðin fyri hann fór vit á Cafe Mormor, og har var hugni fyri allar pengarnar.

Eftir tað var tað avslapping og so lekkur døguri kl 19. Seinni út á kvøldi fingu við vitjan av familju Hans, sum kom til kaffi

Eisini fóru nøkur av okkum ein túr á Pubbina fyri at uppliva náttarlívið á Tvøroyri. Hetta hevði eisini verði stuttligt.

Sunnudagin var so túrur á skránni og veðrið vísti seg frá síni bestu síðuni, sólin skein og tað var lýtt og lekkurt. 

Hetta var eitt tiltak Tvøroyrar Kommuna skipaði fyri. Krambatangi – frá handilsmiðdepli til útgrevsrarøki 1656- 2017, eitt sera gott tiltak við nógvum søgum frá støðunum. Takk fyri upplivilsi.

Kl 17.30 sigldu vit norð aftur til Havnar eftir eitt sera gott vikuskifti í Suðuroy.