Hugnaløta við Hallur, Beddi og Jessicu 1. desembur 2015

Tað er gevandi at hugna um brúkararnar á Sjóndeplinum og hendan dagin høvdu vit fingið hallur, Beddi og Jessicu at koma at syngja nakrar sangir fyri okkum. Hallur er við árunum vorðin ein partur av Blindafelagnum og tá vit heita á hann er hann altíð klárur, um tað er at spæla til veitslurnar hjá felagnum, til okkara sermerktu tiltøk í bølamyrkri ella, sum henda dagin bara ein vanligan hugna, ein heilt vanligan týsdag. Hendan dagin hevði hann sín fasta guitarist Beddi Hansen, sum eisini syngur kór og dóttrina Jessicu Hallursdóttir við sær og tað var ein sera, sera hugnalig løta, har brúkarar og starvsfólk sótu við borð og fingu ein drekkamunn ímeðan tey trý sungu. Hugnaløtur av hesum slag fara vit heilt vist at hava fleiri av.


 

Tað var ein sera hugnalig løta saman við Ovin og Piu, tá tey vóru og sungu fyri okkum tann 20 okt.


Summarútferð 2015

Hesuferð var avgjørt, at leiðin skuldi ganga vestur í Vágar.

Vit fóru við bussi av Sjóndeplinum kl. 10 hósmorgunin 18. juni.

Undirtøkan var, sum vanligt, sera góð. Flestu av teimum, sum dagliga koma til ymiskar aktivitetir á Sjóndeplinum, vóru við, tó vóru tað nøkur, sum  ikki vóru við og hettar vegna sjúku.

Fyrst gekk leiðin á krígssavnið  í Miðvági, har vit fingu rundvísing og Karl Johan greiddi  sera livandi frá fleiri  hjartanemandi  hendingum undir krígnum.

Tá vit vóru liðug á savninum, varð farið á Gamla Hotellið,har vit fingu døgurða og ímeðan døgurðin varð ruddaður av, kom eigarin av hotellinum og vísti okkum runt uppiá, har kømur eru og tá rundvísingin var liðug, fingu vit kaffi/te og køkur omaná.

So varð aftur farið í bussin og nú gekk leiðin til Gásadals.

Tað er altíð ein serlig uppliving at koma til Gásadals og friðin, sum har valdar.

Her  var frítt at velja um ein vildi verða sitandi í bussinum ella um ein ynskti at ganga ein túr í fantastisku náttúruni og fleir nýttu hendan møguleikan og fóru úr bussinum og gingu  út har ein annaðhvørt kann hoyra duni av fossinum og stóra fuglalívið ella um ein  bæði vildi upppliva  tað, sum er at hoyra og eisini tað, sum er at síggja, ein fantastisk sansauppliving, eisini fyri okkum, sum  bara hoyra.Nú var nógv útliði á dagin, men áðrenn kósin varð sett aftur til Havnar, fóru vit til Sørvágs, har vit fingu kaffi/te og pannukøkur í nýggju, hugnaligu cafeini hjá Fjøroy.

Ein deiligur dagur  saman við bæði brúkarum og starvsfólkum.