Aðalfundur 2016

Leygardagin 4. juni 2016 varð ársaðalfundurin hjá Føroya Blindafelag  hildin í húsum felagsins á Traðarbrekku 1.

Forkvinan, Ruth Thomsen, greiddi í ársfrágreiðingini frá virksemi felagsins í farna ári.

Tiltøk í myrkri hildin í tøttum samstarvi við Sjóndepilin fyltu nógv í fjør.

Eisini er løgd stór orka í at fáa faldarar um eygnasjúkur gjørdar lidnar.

Lýsingar á Rás 2 har víst verður við orðum hvussu síggjandi kunnu gera støður hjá blindum/sjónveikum, sum eru avbjóðandi, lættari, vísa seg at gera mun, tí nógvar afturmeldingar koma har fólk siga hvussu góðar tær eru, eins og lýsingarnar í "Gevið gætur" í SVF, sum hava verið at sæð í mong ár eftir hondini, eisini hava skapa størri forstáilsi millum fólk.

 

Roknskapirnir hjá Føroya Blindafelag og Stuðulsgrunninum hjá Føroya Blindafelag vórðu góðtiknir.

Fyri valið stóðu Ruth Thomsen, forkvinna og Johan Petur Nielsen,kassameistari, eins og Tórun Sumberg tiltakslimur, stóðu fyri valið og tóku øll trý við afturvali.

Sama kvøld varð ársveitslan hjá felagnum hildin á Sjóndeplinum og, sum vanligt varð tað ein sera væleydna veitsla.

 

 

 

 

 

Aðalfundur 2015

Aðalfundururin hjá Føroya Blindafelag varð hildin í húsum felagsins á Traðarbrekku 9. mei.

Forkvinnan greiddi frá gongdini í farna ári.

Tað var ikki so nógv á skránni í fjør, sum tey bæði undanfarnu árini, men vit halda fast við arbeiði at gera okkum meira sjónlig og betra um hvussu síggjandi kunnu gera dagligdagin lættari hjá blindum og sjónveikum.

Tær báðar árligu veitslurnar vóru, sum vant á skránni og vóru sera væl eydnaðar.

Forkvinnan var í Finlandi til norðurlendskan samstarvsfund í heyst.

Vit skipaðu fyri cafe-kvøldið fyri pør har annað hevur fingið trupuleikar við sjónini, hettar vóru pør har tann sjónveiki framvegis er í arbeiði ... hettar kvøldið hevði so við sær, at  seinni í árinum, var skipa fyri skeiði á Sjóndeplinum har fokus var á tí at vera í parlagi har annað hevur fingið varðandi brek at bera.

Brestir Patursson næstformaður stóð fyri vali og tók við afturvali uttan nakað mótvalevni.

Tórun Sumberg tiltakslimur tók eisini við afturvali.

Nevndin heldur fram óbroytt :

Ruth Thomsen forkvinna

Brestir Patursson næstformaður

Johan Petur Nielsen kassameistari

Tórun Sumberg  tiltakslimur.