Útferðin juni 2014

Árliga útferðin fyri brúkarunum á Sjóndeplinum var 26. juni, farið var við bussi av Sjóndeplinum kl. 9 hendan góðveðurs hósmorgun og leiðin gekk til Klaksvíkar.

Lagið var gott, sum altíð tá brúkarar og starvsfólk eru saman, og fleiri eru, sum dáma væl at syngja, so tað var eisini gjørt á leiðini norðureftir.

Fyrst gekk leiðin í nýggja stásiliga Betesda, har vit vórðu væl móttikin og fingu góðan morgunmat. Tá vit høvdu sitið og notið alt tað góða, sum har var at fáa, beyð Jógvan við Keldu okkum inn í salin, har hann greiddi okkum í stuttum frá søguni hjá Betesda. Tá hann var liðugur, sang Henny Gerðalíð ein sang fyri okkum, so vit eisini fingu nakað til oyra, sera gott.

Harfrá gekk leiðin í Kristianskirkjuna, har vit fingu loyvi at síggja ómetaliga flottu listarverkini, sum Edvard Fuglø hevur gjørt úr træi og sum hanga niðriundir í kirkjuni.

Talan er um 10 myndir, sum allar eru bygdar á hendingar úr Jesu lívi.

Sera, sera hugtakandi!

Av tí at fleiri vóru, sum ikki sóu, fingu tey/vit loyvi at røra við og føla myndirnar og tað, sum gjørdi myndirnar enn  meira livandi var, at Edvard so livandi greiddi frá, hvat hann hevði hugsað, tá hann gjørdi tær. Vitjanin í Kristianskirkjuni endaði við at fara uppá í kirkjuna og sessast. Sum siður er hjá okkum, sungu vit “Føgur er foldin”.

Higani gekk leiðin á Hotel Klaksvík, har borðreitt var við sera lekrum og vælsmakkandi døgurða. Sum hóskandi var fiskur á skránni, nú vit vóru í Klaksvík.

Prátið gekk lætt um borðið, sera hugnaligt og gott.

Vit vóru aftur í Havn um 17-tíðina, glað og væl nøgd av væl eydnaðum túri

Heilsan

Ruth