Tvísúkklur til blind og sjónveik.

Tórfinn Højgaard umboð fyri Lions Tórshavn og Karin Kass leiðari á Sjóndeplinum

Ja, so er klárt at fara út at súkkla við tvísúkklunum

Súkklurnar, sum Lions veitti stuðul til, eru nú komnar til Føroya. Sjóndepilin søkti um stuðul til endamálið í samband við serligt rørslutiltak. Grundgevingin frá umsóknini var m.a. henda:

“ Við hesi súkklu kann persónur við skerdari sjón hava møguleika at súkkla, tí tað er førarin, ið hevur sjónina og tískil er førari á túrinum.

Sjóndepilin er landsfevnandi og fólk úr øllum Føroyum seta seg í samband við okkum. Eitt evni, ið fólk við skerdari sjón stundum koma til okkara við er, hvussu til ber at vera rørsluliga virkin hóast avmarkingar av skerdari sjón ella ongari sjón.”

Nú er møguleiki hjá blindum at royna hesa súkklur, møguliga lána og royna tær eitt tíðarskeið í sínum nærumhvørvi saman við avvarandi – ein neyðugur liður í hesi rørsluligu tilgongd fyri at síggja, um hesin ítróttur kundi verið til gleði fyri tey.

Umboð frá Lions og ÍSB vóru á vitjan á Sjóndeplinum fyri síggja hesar nýggju súkklur. Tosað var um, hvussu súkklurnar eisini kunnu nýtast í felags rørslutiltøkum hjá ÍSB.

Allir partar eru samdir um, at verkætlanin er góð og  verd at stuðla. So er bara eftir at koma út at súkkla. Væntandi súkklubreytir eru orsøkin til, at hesar súkklur vera at síggja á gongubreytum.