Máltíð í myrkri

Í døgunum 27., 28. og 29. apríl skipaði Sjóndepilin í góðum samstarvi við Hotel Føroyar fyri “máltíð í myrkri” á Hotel Føroyum.

Undirtøkan var góð, tað var útselt øll trý kvøldini !

Tiltakið var eisini hildið í fjør, og eins og tá høvdu vit fingið tveir tænarar úr Danmark  upp at hjálpa okkum; tað vóru tær báðar Jannie Hammershøj, sum er føroysk og Lene Johansen, tær eru báðar blindar og hava eina matstovu í DK, har tær javnan hava “máltíð í myrkri”.

Eisini vóru tvær føroyskar  blindar konur, sum vóru tænarar í myrkrinum.

Hettar vóru trý sera væleydnaði kvøld, har fólk fingu eina kenslu av, hvat tað vil siga at vera blindur.

Kokkarnir høvdu gjørt sær ómak við at seta saman eina góða matskráð.

Øll trý kvøldini komu Hallur, Kristina og Beddi og sungu nakrar sangir fyri okkum.