Cafe í myrkri í Luux !

4.,5. og 6. juni skipaði Sjóndepilin fyri tiltaki í Luux í Klubbagarðinum, har vit bjóðaðu almenninginum inn í “cafe í myrkri”.

Hettar var heilt vist ein øðrvísi máti at drekka kaffi/the við vaflum og smákøkum afturvið, enn fólk vanliga gera.

Hettar var eisini ein avbjóðing fyri síggjandi starvsfólkini á Sjóndeplinum, sum eisini skuldu standa innanfyri diskin og útflýggja vaflur og tað, sum fólk annars vildu hava .... the og kaffi stóð á borðunum, so fólk sluppu sjálvi at royna tað at skeinkja í koppin, men um fólk ynsktu tað, so fingu tey hjálp frá starvsfólki, sum so skonkti í koppin fyri tey.

Hettar var fyri mong ein stór “aha-uppliving”.

Vit høvdu eisini livandi tónleik í cafeini allar tríggjar dagarnar, fyrsta dagin var tað

Sámal Ravnsfjall, sum gjørdi løtuna enn hugnaligari, næsta dagin var Martin Joensen tann, sum hugnaði um við sínum vælkendu og fólkakæru sangum og síðsta dagin Vóru Hallur Joensen og Beddi (Johan Petur) Hansen teir, sum góvu okkum góðan sang og tónleik.

Undirtøkan var góð allar tríggjar dagarnar.

Hóskvøldið endaðu vit so við tveimum konsertum við Tórshavnar Kamarkóri.

Tvær konsertir har áhoyrararnir  veruliga fingu eina uppliving í myrkri við fantastiskum kórsangi.

Gongutúrur í myrkri

Ein partur av miðbýðartiltøkunum 4.,5. og 6. juni var gongutúrar í myrki. Hesir vóru skipaðir í samstarv við kunningarstovuna, haðani frásøgufólk var  við á túrunum.

Fólk, ið luttóku á túrunum, fing u  svartar brillur fyri eyguni, onkur royndi seg eisini við sokallaðum sjónveiksbrillum. Túrurin varð gingin við at halda undir armin á hvør sínum fylgisfólki, ið virkaði sum eyguni hjá tí í hesu løtu blinda ella sjónveika. Fylgisfólkið tryggjaði sostatt, at túrurin varð gingin í tryggum umhvørvið við at boða frá um forðingar og avbjóðingar í lendinum á túrinum.

Gingið  frá  frá Kunningarstovuni gjøgnum Boysensgarð, framvið dómkirkjuna og víðari oman at heilsa uppá ….. brøðurnar uttanfyri Áarstovu. Haðani gekk leiðin niðan  til standmyndina  hjá R.C. Effersøe og túrurin endaði yviri hjá Traðarmanninum.

Eitt væl eydna tiltak, har luttakarnir gingu høvi at kaga inn í verð teirra blindu eina løtu – hesuferð við tí fyri eyga, at kenna á egnan kropp, hvussu tað er at ganga úti, tá ein ikki hevur sjónina á at líta.

Sostatt var avbjóðinum stór, tí afturat tí, at ganga, var jú eisini ynskiligt at hoyra um alt, ið frásøgufólki hevði at fortelja um á túrinum.