Virksemi

Aðalfundur felagsins verður hildin eina ferð um árið á Sjóndeplinum.
Fyrst í desember hava vit tað vælumtókta jólaborðið.

Hetta kvøldið er altíð sera hugnaligt. Tá hava allir limir felagsins møguleika at koma í veitslu við fylgjara.

Vit hava ein góðan døgurða og so verður sjálvandi nógv sungið undir borðhaldinum.
Tá borðhaldið er liðugt, hava vit eitt gott orkestur, sum spælir til góðan dans.
Í tveir vetrar hevur felagið havt dansiskeið á stovninum, og hevur hetta verið sera væleydnað.

Fyri nøkrum árum síðani løgdu vit stóra orku í at gera okkum meira sjónlig í samfelagnum við at gera lýsingar til sjónvarpið, har vit lýstu ymiskar støður, har tað er trupult hjá blindum/sjónveikum og hvussu síggjandi kunnu gera hesar støður lættari.

Eisini fingu vit gjørt eina sera snotiliga plakat, sum hongur nógva staðni kring landið, Heitið á plakatini er "Tá ið tú møtir einum blindum".