Vitjan av formanninum í Danskblindesamfund

Sídstu dagarnar hava vit havt vitjan av formanninum í Dansk Blindesamfund Thorkild Olesen og skrivara hansara Tina Adele Hoff :-) Ein túr í Sydradali har vit komu til lekkurt dekka bord hjá Annie Lutzen og í gjár høvdu vit eina hugnaløtu á Sjóndeplinum, har Kristina og Finnur gjørdu løtuna enn hugnaligari vid teirra sangi og spæli :-) Deiligt at kunna vísa fólki uttanífrá at tingini rigga her hjá okkum :-) Tak for besøget Thorkild og Tina :-)

 

 

 


Thomas Rosenberg um Ritinitis Pigmentosa

Thomas Rosenberg er eygnalækni og hevur í mong, mong ár granska í eygnasjúkum og serliga er tað eygnasjúkan Ritinitis Pigmentosa (RP),  hann hevur granska í og Føroyar hava í hesum sambandi havt eitt serligt pláss hjá honum, tí týttleikin av júst hesari arvaligu eygnasjúkuni er serliga høgur í Føroyum.

So tá ynski kom frá avvarandi hjá RP-raktum um at hoyra ein serfrøðing greiða frá arvagongdini í RP, so var onki meira náttúrligt enn at venda okkum til hansara  og hóast hann er pensioneraður og er givin at halda fyrilestrar, so segði hann beinanvegin ja, tá vit vendu okkum til hansara.

Vit bjóðaðu inn til fyrilestur við Thomas Rosenberg 10. febr. á Sjóndeplinum og uppmøtingin var heilt góð.

Hesin sera dámligi eygnalæknin helt ein sera góðan og væl undirbygdan fyrilestur og okkara fatan var, at øll, sum vórukomin, fóru avstað aftur við einum ella øðrum, sum  var blivi greiðari, hesari sjúkuni viðvíkjandi Hvat gransking í sjúkuni viðvíkur, var hann ógvuliga konkretur og hóast hann ikki kundi lova at  loysnin er beint hinumegin hornið, so kundi hann fortelja at einafer fer eisini hendan sjúkan at kunna viðgerðast, men nær tað er ógjørligt at siga.

Tá fyrilesturin var liðugur og vit takkaðu honum fyri fekk hann eina gávu, sum vit høvdu ein symbolskan tanka við ... hettar var ein av vøkru varðunum, sum Michalina ger ... Thomas Rosenberg hevur í mong ár verið granskari í eygnasjúkum og harvið   verið , sum ein varðið á vegnum fyri okkum mongu, sum hava eygnasjúkuna og okkara avvarandi.

 

 

 


Agnete Odgaard-Jensen á vitjan

Agnete Odgaard-Jensen er blind, men hóast tað er hon sera virkin og hettar høvdu vit hoyrt um og bóðu hana koma til Føroyar at fortelja frá tí hon tekst við og 12. januar komu hon og maður hennara Frank higar.

Tey komu beinleiðis úr flogfarinum og á Sjóndepilin har hon beinanvegin byrjaði sín fyrilestur.

Alt hon tekst við byggir á jaliga hugsan.

Hon hevur útgivið fleiri bøkur um matgerð og um hondarbeiði.

Hon starvaðist í mong ár hjá Dansk Blindesamfund, sum informatør, men í dag livir hon av at ferðast runt og halda fyrilestrar.

Fyrilesturin var deildur í tvey, fyrst tosum sítt lív, so var ein steðgur og so høvdu limir og avvarandi høvið at seta henni og manninum spurningar og tá tann parturin eisini var liðugur, bjóðaðu vit ein náttverðabita.

Fólk vóru glað og væl nøgd og tað vóru Agnete og Frank eisini.

Á ferðini í Føroyum hevði hon eisini fyrilestrar fyri  starvsfólkum og limum hjá ALS, Sosialráðgevarafelagnum og hjá Pedagogfelagnum.

 

 

 


Tær fýra úr Frelsunarherinum á vitjan á Sjóndeplinum

 

Týsdagin 15. marts høvdu vit hugnaliga vitjan av teimum fýra Johonnu  Sofíu, Henriettu , Ingrid og Jensiu og saman við teimum at   spæla uppá klaver og guitar var Bernhard.

Tey virka øll aktivt í Frelsunarherinum í Havn.

Tær syngja kendar evangeliskar sangir, sum fleiri av bæði brúkarum og starvsfólkum kendu og kundu murra ella syngja við.

Afturvið kaffi høvdu vit bílagt lagkøkur, so alt í alt ein sera hugnalig og góð løta, nú tað nærkast páskum.