Um okkum

 

Føroya Blindafelag er eitt felag við 85 limum.
Krøvini fyri limaskapi í Føroya Blindafelag eru, at fólk verða roknað sum sosialt blind ella blind. Hetta sjónkrav er 6/60 tvs, at sjónin er 10% ella minni.

 

Sí faldaran "Tá tú hittir blind fólk"


Hetta er ein deild undir Dansk Blindesamfund, og eru tí somu rættindini galdandi, sum hjá donsku limunum. 

 

Um so er, at tú vilt gerast limur í felagnum, so setir tú teg í samband við konsulentin hjá felagnum, og so verður ein ávísingarseðil útfyltur og sendur eygnalæknanum. Eygnalæknin hyggur so eftir hvussu sjónin hjá tær er, og er hon undir einum ávísum marki, so verður ávísingin send til Dansk Blindesamfund og tú verður innlimaður. Men um sjónin er oman fyri markið, so verður ávísingin send aftur til konsulentin.
Sum limur í Blindafelagnum hevur tú rætt til at ferðast við flogfari við einum fylgjara, tá rindar limurin fullan prís, og fylgjarin rindar ferðaavgjald + 200 kr.
Fyri at kunna brúka hendan framíhjárættin krevst at ferðaskrivstovan, sum bílagt verður frá, fær eina ferðaváttan, sum váttar at viðkomandi er limur í Blindafelagnum, og ferðaváttanin fæst við at venda sær til konsulentin hjá felagnum.

Dansk Blindesamfund hevur fleiri grunnar, sum til ber at søkja stuðul úr. Umsóknarbløð til slíkan stuðul fáast eisini við at venda sær til konsulentin.

Konsulenturi er: 

Ruth Thomsen

tlf: +298219908

t-post: ruth@sjondepilin.fo