Sosial tiltøk:

 

Stovnurin skipar javnan fyri sosialum tiltøkum bæði innan- og uttanhýsis.

 

Skipað verður fyri dagligum gongutúrum. Eisini eru vit við í teimum tiltøkum, sum Sjóndepilin á Íslandsvegnum skipar fyri.

 

Eisini hava vit eitt sansirúm, har vit stimbra brúkar á ymiskan hátt.

 

Matgerð:

 

Brúkararnir skipa saman við starvsfólkunum fyri at borðreiða við frukt og grønmeti. Í døgurðasteðginum verður matpakki etin.

 

Hvønn mikudag verður matgjørt við heilsugóðum mati.