Endamál fyri Verkstaðin

Verkstaðið er eitt arbeiðstilboð til sjónveik/blind og lættari seinment millum 18 og 67 ár, har framleiðslan er skipað so, at tann einstaki kann arbeiða so sjálvstøðugt sum gjørligt.

 

Endamál

At geva blindum og sjónveikum ein innihaldsríkan gerandisdag við møguleikum fyri mennandi avbjóðingum og arbeiðsuppgávum, sum styrkja sjálvsálit og sjálvsvirði 

  • at menna og stuðla blindum og sjónveikum sálarliga og sosialt
  • at virksemið verður lagt til rættis eftir førleika hjá teimum blindu og sjónveiku.
  • at framleiða dygdarlutir at selja.

 

Hvør kann koma á Verkstaðin?

Fólk við sjóntrupulleikum og lættari seinment, sum hava tørv á stuðli til ein innihaldsríkan gerandisdag, og samstundis eru fatanarliga, sálarliga og likamliga før fyri luttaka í virkseminum. 

Á verkstaðnum eru hesar deildir: Timburverkstaður og Tóverkstaður.