Endamál
Endamálið hjá Sjóndeplinum er at stuðla teimum sjóntarnaðu til meira sjálvbjargni í heimi, skúla, arbeiði og frítíð. Sjóndepilin skal vera ein vitanardepil við:
- Ráðgeving
- Skeiðvirksemi
- Dagtilhaldi
- Verkstøð
Bygnaður
Sjóndepilin er sjálvognarstovnur við stýri og leiðslu undir Almannamálaráðnum. Virksemið er fíggjað við játtan á løgtingsins fíggjarlóg.
Brot úr viðtøkum:
§ 3. Stýrið fyri Sjóndepilin hevur 5 limir, sum verða valdir fyri 4 ár í senn.
stk. 2. Limirnir verða valdir so:
- Landsstýrismaðurin velur tríggjar limir og varalimir fyri hesar
- Føroya Blindafelag velur tveir limir og varalimir fyri hesar
stk. 3. Stýrið skipar seg sjálvt við formanni og næstformanni. Leiðarin á Sjóndeplinum er skrivari hjá stýrinum, men hevur ikki atkvøðurætt.
Stýri
Umboð fyri Landstýrið:
Palli Mortensen, Almannaverkið – formaður
Malan Holm - Eygnalækni
Julianna Næs Olsen - Almannaverkið
Umboð fyri Blindafelagið:
Brestir Patursson, næstformaður
Ruth Thomsen
Leiðsla:
Karin Kass, leiðari
Diana á Horn, deildarleiðari