Dagtilhaldið 

  

Endamál:

  • at menna og stuðla blindum og sjónveikum sálarliga og sosialt.
  • at blind og sjónveik menna sjálsvirði av innihaldsríkum virksemi.
  • at virksemið verður lagt til rættis eftir ynski og førleika hjá teimum blindu og sjónveiku.

 

 

Hvør kann koma á Dagtilhaldið?

Fólk við sjóntrupulleikum, sum hava tørv á stuðli til ein innihaldsríkan gerandisdag, og samstundis eru fatanarliga, sálarliga og likamliga før fyri at vera virkin.