Ráðgevingin

Í Ráðgevingini arbeiða tveir ergoterapeutar/sjónráðgevar, ið veita vegleiðing og ráðgeving til fólk yvir 18 ár, sum eru blind ella sjónveik.

Henda ráðgeving fer fram ávikavist í kendum umhvørvi heima hjá tí einstaka, og/ella fer ráðgevingin fram á Sjóndeplinum sum einstaklingaundirvísing ella í bólki.

Her er talan um ráðgeving og vegleiðing í alskyn gerandisumstøðum hjá tí, ið hevur skerda sjón.

Eisini eru uttanhýsis telduundirvísarar tengdir at ráðgevingini, sum vegleiða í størringarforriti, teldutalu o. ø.   

Áheitan til Ráðgevingina kann koma frá fólki sjálvum, ið hava skerda sjón ella teirra avvarðandi. Eygnalækni, starvsfólk í heimatænastuni og annars ein og hvør, sum hevur fyrispurningar um ráð og vegleiðing í sambandi við sjóntrupulleikar, eru vælkomin at seta seg í samband við Sjóndepilin.