Rørsludagur á Hálsi 1. mars

1. mars skipaði Sjóndepilin saman við ÍSB fyri rørsludegi í høllini á Hálsi í Havn.

Tey luttakandi vóru lærarar, námsfrøðingar og hjálparfólk.

Fimm ymiskir básar vóru: Goal ball, Show down, renning, Borðspøl og filmar og sansastimbrandi virksemi.

Seinnapartin var ein fyrilestur, har sjónveik og blind greiddu frá.

Hetta er fyrsta tiltakið í sambandi við at Sjóndepilin er 25 ár í ár.