Sjóndepilin 25 ár

Ymisk tiltøk

Í sambandi við at Sjóndepilin (fyrr Føroya Blindastovnur) hevur verið virkin í 25 ár, verður skipað fyri nógvum ymiskum tiltøkum gjøgnum árið.

 

Endamálið er at kunna um støðuna hjá blindum og sjónveikum við at bjóða tí síggjandi inn í teirra verð. 

 

Fyrsta tiltak var 1. mars 2013 í høllini á Hálsi, har skipað var fyri einum rørsludegi fyri lærarum og námsfrøðingum. Har vóru ymiskar ítróttargreinar royndar: goalball, fimleikur, showdown, frælsur ítróttur og ymiskir sansistimbrandi aktivitetir. Eisini vóru fyrilestrar, har fólk við skerdari sjón greiddu frá teirra gerandisdegi. Fullteknað var - 70 luttakarar. Tiltakið var gjørt í samstarvi við ÍSB, sum eisini hevði framløgur við filmi um ymiskan ítrótt.

 

Síðst í apríl mánað verður aftur bjóðað til máltíð í myrkri á Hotel Føroyum. Sí nærri á heimasíðu: http://www.hotelforoyar.fo

 

Fyrst í juni mánað verður Café í myrkri í hølunum hjá Luux í Klubbagarðinum. Hesum tiltaki verður lýst nærri við. Somu dagar eru eisini gongutúrar í miðbýnum, har høvi verður at ganga við brillum, har fólk kunnu royna at ganga sum sjónveikur.

 

Ætlanin er eisini at hava onnur tiltøk til heystar – hesum verður lýst við aftur seinri í 2013.

 

Handil lat upp 12. mars í hølum á Verkstaðnum á Traðabrekku 1. Her vera lutir, sum eru virkaðir á Sjóndeplinum seldir – hetta eru vovnir, bundnir, tøvdir lutir, hálsprýði o.a., brúkslutir úr pussaðum horni og ymiskt frá træverkstaðnum. Sama dag verður nýggja heimasíðan virkin: http://www.sjondepilin.fo