Túrur við Sólorku til Spania mai 2019

 

 

Aftaná langa bíðitíð, upprann dagurin umsíðir og vit skuldu avstað.

Tann 14 mai kl 7.20 skuldu vit flúgva og tað var mjørki og vátt í veðrinum, men vit vistu, at um nakrar tímar fór at verða betri veður.

Túrrin gekk væl til Alcante, Unn og Tróndur við starvsfólkum tóku ímóti okkum á flogvøllinum. Eftir at vit høvdu koyrt í bussi í 45 min vóru vit frammi á hotellinum Albir Garden, øll vóru eitt sindur moyr og vit avgjørdu at hvíla okkum til kl 18 tá ið kunningarfundur var á Vaglinum.

Dagin eftir var ein túrur gjøgnum býin og oman á strondina, eitt sera vakurt økji og ein góður túrur.

À hotellinum var all inklusiv so tað var bara at halda seg fram at ….. super lat tá ein ferðast sum bólkur.

Tað var undirhald á Vaglinum hvørt kvøld kl 18 og har var ymiskt á skránni, millun annað var Haleluja Sofus og fortaldið um sítt lív og tað sama gjørdi Hallur, teir báðir spældu eisini tónleik bæði kl 18 og í Klubbanum har dansur var kl 22 hvørt kvøld.

Eisini var ein lokalur tónleikari, Alberto og spældi uppá guitar fyri okkum. Rói Egholm sum hevur selt fisk 30 ár var eisini og greiddi frá mentanini og øðrunn frá Spania.

Okkurt var á skránni hvønn dag, so stundir vórðu ikki til at keða seg. Vit leigaðu 2 bilar ein av døgunum, har vit vitjaðu ein kendan foss, Les Fonts d’Algar eitt sera vakurt pláss, síðan koyrdu vit til fjallabygdina Guadalest ein av mest vitjaðu bygdunum í Spania, sum er eyðkend fyri sín skansa uppi á høgu, spísku tindunum. Síðan gekk leiðin til Althea har vit tóku ímóti útirórðabátinum sum komu inn við fiski til sølumarknaðin, tað var eisini spennandi at síggja hvussu tey gera har.

Og dagurin endaði við at vit fóru at eta á einar góðari matstovu uppi í tí gamla býnum í Althea, eitt fantastiskt upplivilsi.

Annars var massaga á skránni í fleiri dagar og vit skuldu eisini royna svimjuhylin og hitapottin, og hava tíð til deiligu sólina.

Tað skuldi eisini shoppast og tann lokali marknaðurin var eisini vitjaður.

Ein av túrunum sum Sólorka skipaði fyri var at vitja eina appelsinplantasju í Pergo har syskini Paula og Vicente tóku ímóti okkum, eitt deiligt upplivilsi, har vit samlaðu appelsinir og pressaðu djus og fingu teirra søgu.

Av tíð at alt var fyriskipa á sera góðan hátt, føldu vit okkum sera trygg, tað var sum at verða í eini føroyskari bygd í Spania.

Takk til Sólorku fyri væl skipaðan túr tað var eitt super upplivilsi.

Heilsan: Jónvør, Jónhild, Esmar, Albin og Hans